Lýsing
Almannaverkið søkir eftir mannfólki til Sambýlið við Heyggjar í Tórshavn. Ynskir tú at arbeiða við borgarum, sum hava ymiskar sálarligar avbjóðingar og vera við til at skapa ein mennandi og gevandi gerandisdag fyri tey, so ert tú vælkomin at søkja starv.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv á Sambýlinum við Heyggjar í Tórshavn. Starvsbrøkurin er 0,8 og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at fáa fulla tíð.
Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni. Arbeitt verður í dag-, kvøld-, og døgnvaktum. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskiftið.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144719&DepartmentId=19181&MediaId=4615