Landsverk
Útgivið
31. august 2026
Útgongur
13. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til meginøkið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Førleikar

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Viðkomandi handverkslig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki nakað krav. Kranaloyvi D, umframt royndir við krana og at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.

Setanarviðurskifti

Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast má við tilkallivakt og yvirtíðararbeiði í sambandi við vetrarhaldið.

Fasti arbeiðsstaðurin er á Lambareiði, tó skulu øll starvsfólk á deildini kunna arbeiða aðrastaðni á deildini, um tørvur er á tí.

Í sambandi við vetrarhald kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni á meginøkinum.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir

Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. september 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erland Nýggjagarð, arbeiðsformann, á tlf. 340 932 ella við t-posti til erny@lv.fo.

Líknandi størv

31. august 2026
31. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið