
Lýsing
Havstovan sóknast eftir skikkaðum maskinmeistara til havrannsóknarskipið Jákup Sverra at byrja skjótast gjørligt.
Tann, ið settur verður, skal í minsta lagi hava fylgjandi útbúgving og førleikar:
- Vinnubræv sum „Chief Engineer“ Reg. III/3 Chief Engineer
- Trygdarskeið
- Brandleiðara-skeið
- Roykkavara-skeið
- FRC-skeið
- Heilsuváttan fyri sjófólk
- Málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- Góð samstarvsevnir
Tað er ein fyrimunur at tann, ið settur verður, hevur royndir við teirri tøkni, ið er umborð á slíkum framkomnum skipi, tað verið seg bæði innan maskintøkni og eltøkni.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV, avriti av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 15. mars 2023.
Umsóknir skulu sendast í telduposti til Havstovuna á starv@hav.fo - frámerkt ’Starv’.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:
Erling í Liða, Reiðara
erlingl@hav.fo
tel. 79 39 01
ella
Jónsvein Joensen, Maskinstjóra
jonsveinj@hav.fo
tel. 22 76 76