Lýsing
Hevur tú hug at starvast sum maskinstjóri í einum felagi í stórari menning? Nú hevur tú møguleika at søkja fast starv sum maskinstjóri hjá Smyril Line.
Vit leita eftir einum royndum og ágrýtnum maskinstjóra, sum hevur hug at vera partur av okkara spennandi ferð. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, og sum dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá farmaskipi.
- Tú er arbeiðsom/-samur, umhugsin og hevur góð samstarvsevnir
- Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv: STCW Reg. III/2 as Chief Engineer
- Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir
Starvið
Í maskinrúminum er ein maskinstjóri, sum leiðir dagliga arbeiðið. Harafturat telur maskinmanningin ein 1. meistara, ein 2. meistara, ein 3. meistara og ein elektrikara.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 17. mars 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Hevur tú spurningar til starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tlf. 58 05 00 ella teldupost johanavr@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka -og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutnigsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.