Lýsing
- Verð við at binda Føroyar saman
Um starvið
Sum maskinstjóri hevur tú ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðafólk ferðast trygt og væl við Rituni.
Gjøgnum títt fakliga arbeiði ert tú við til at tryggja, at bæði rakstur, trygd og tænastustøði eru á hægsta stigi.
Tú gerst partur av einum sterkum toymi, sum dagliga er við til at knýta Føroyar saman, har tín innsatsur hevur veruligan týdning fyri bæði ferðafólk og samfelagið.
Siglt verður hvønn dag í vikuni.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Rituni.
Arbeiðstíðin eru tvær vikur umborð og tvær vikur frí.
Møguleiki er ikki at búgva umborð. Les meira: https://setan.ssl.fo/JobAd/Details/178