HOTEL FØROYAR                                    
                
                
        Lýsing
Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi at byrja í vár ella summar 2023.
Tínar uppgávur sum móttøkulærlingur fevna um:
- Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
 - At inn- og útskriva gestir
 - At samskifta við gestir í skrift og talu
 - At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
 - Ymiskt fyrifallandi arbeiði
 
Vit vænta, at tú
- Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
 - Hevur góðar telduførleikar Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
 - Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
 - Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
 - Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
 - Ert strukturerað/ur og umhugsin
 
Lærutíð
Vit kunnu bjóða tær eitt gott lærupláss á størsta hotellinum í Føroyum, góða upplæring í lærutíðini umframt fittar og dugnaligar starvsfelagar.
Umsóknarfreist 10. februar 2023.
Starvsbyrjan eftir avtalu í vár ella summar.
Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast til turid@hotelforoyar.fo