Lýsing
Vilt tú gerast partur av einum góðum starvsfólkabólki, har trivnaður og menning er í hásæti?
Vit sóknast eftir trimum nýggjum starvsfeløgum; námsfrøðingum og hjálparfólkum. Trý størv eru tøk; eitt í vøggustovu (30 tímar um vikuna) og hini bæði í barnagarði (35 og 40 tímar um vikuna). Størvini eru tíðaravmarkað til 11. juli 2025. Til ber at ynskja sær at arbeiða minni ella meira.
Vit eru
Býlingshúsið millum Gilja er ein lítil stovnur við tveimum barnagarðsstovum og einari vøggustovu við í alt 44 børnum. Okkara umhvørvi leggur upp til, at børnini sleppa at ferðast ímillum stovurnar og skapa sambond við børn og vaksin á øllum stovninum. Okkara námsfrøðiliga arbeiði er grundað á m.a. ICDP og nøkur hugtøk, ið fylla nógv í okkara gerandisdegi, eru spæl, menning, viðávirkan og trivnaður. Løtumyndir av okkara gerandisdegi eru at finna á okkara instagram profili @giljaboern