Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av mennandi, gevandi og kveikjandi upplivingum og at gerast partur av einum góðum starvsfólkatoymi, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her. Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at starvast á Miðstovninum.
Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði.
Á Miðstovninum leggja vit dent á trivnað og menning. Vit ynskja at menna sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.
Tað gera vit millum annað vit at gera okkum ómak at menna góðar og tryggjar relatiónir millum børnini og millum børn og starvsfólk. Tí børnini menna seg í sambandinum við vaksin og við onnur børn. Vit eru tí kveikjandi, nærverandi og aktiv saman við børnunum, og vit leggja stóran dent á at spæla og taka útgangsstøði í áhugamálunum hjá børnunum. Tað er somuleiðis umráðandi fyri okkum, at vit hava eitt gott samstarv við foreldrini.