Tórshavnar kommuna
Útgivið
16. januar 2025
Útgongur
11. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at verða við til at menna góða barnalívið á dagstovnaøkinum, hava eitt arbeiðspláss har felagsskapurin og samanhald er høgt í metum og at menna teg fakliga?

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir tveimum námsfrøðingum í fast starv at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.


Vit sóknast eftir:

  • einum námsfrøðingi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna til vøggustovu
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 35-40 tímar um vikuna í barnagarði

Møguleiki er at arbeiða færri og fleiri tímar, um tað er ynskiligt.

Í Dagstovninum í Hoyvík hava 80 børn sín gerandisdag, deild á tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og eina seks ára stova. Á stovninum arbeiða námsfrøðingar, hjálparfólk, námsfrøðilesandi, ið eru dugnalig, fitt og stuttlig at arbeiða saman við og sum tryggja, at námsfrøðin er í fremstu røð.

Dagstovnurin í Hoyvík liggur væl fyri, m.a. beint við kirkjuna, ítróttarhøllina og vakra umhvørvið oman móti Boðanesi og fría grøna økið við Gróðurstøðina. Haraftrat er skjótt at ganga ella ferðast við bussi til nógv onnur áhugaverd og mennandi støð í býnum.

Øll børn hava rætt til góð og trygg barnaár og er okkara fremsta uppgáva at tryggja øllum børnum ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag. Vit vaksnu, sum eru um børnini, leggja stóran dent á, at umhvørvi gevur børnunum møguleika at menna seg og hugsavna seg um áhugamál hjá sær og hinum.

Ynskir tú at verða við til at menna góða barnalívið á dagstovnaøkinum, hava eitt arbeiðspláss har felagsskapurin og samanhald er høgt í metum og at menna teg fakliga?

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir tveimum námsfrøðingum í fast starv at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið