Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingum til fast starv í serstovuni Bólið at arbeiða 30-40 tímar, at byrja skjótast gjørligt.
Um dagstovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti hesi børn eru vanliga í aldrinum 4-6 ár. Í løtuni ganga 60 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur 25 starvsfólk.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymisleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin, og børn og børn. Vit arbeiða út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir undir at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið.
Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.