Lýsing
- freistin er longd.
Tórshavnar Kommuna søkir vegna uppraðfestingar av tímum eftir fleiri námsfrøðingum til fast starv at byrja skjótast gjørligt.
Um dagstovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti hesi børn eru vanliga í aldrinum 4-6 ár. Í løtuni eru 54 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur 22 starvsfólk.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymisleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin, og børn og børn. Vit arbeiða út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir undir at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið.
Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.