Vága Kommuna
Útgivið
19. september 2023
Útgongur
3. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um trý størv á 25-30 tímar um vikuna og eitt stuðuls starv á 15 tímar um vikuna.

Størvini verða sett sum skjótast ella 16. oktober 2023. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna.

Vit vænta

  • At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur og torir at hugsa nýtt
  • At tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
  • At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
  • At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
  • At tú hevur vitan og/ella áhuga fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
  • At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
  • At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt fakligt mennandi starv á einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
  • Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
  • Eitt starv við ymiskum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar á økinum

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsókn

Søk her á vanganum við at senda umsókn saman við lívsgongdarlýsing, prógvum, barnaváttan og møguligum viðmælum, ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk ”Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 03.10.2023.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Nataschu Johannesen, virkandi leiðara, á tlf 794540.

Um Smílikullan

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági.

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit nattúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.

leinkja til umsókn:

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið