Lýsing
Vit í Sóljugarði søkja eftir námsfrøðingum til at arbeiða í okkara barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvsbyrjan er 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30-40 tímar um vikuna.
Starvsøkið:
Sóljugarður er ein stovnur við uml. 80 børnum, mitt í Sandavági. Vit hava:
- 3 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari
- 3 barnagarðsstovur við 10-15 børnum
- Eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini
Í Sóljugarði starvast um 30 dugnalig og íðin starvsfólk. Staðsetingin er tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.
Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Arbeiðsuppgávur:
Sum námsfrøðingur í Sóljugarði fert tú, saman við tínum starvsfelagum, at syrgja fyri, at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir. Endamálið er at geva børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, har spæl, nærvera, útilív og trivnaður eru í hásæti.
Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis við at fyrireika og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið, sum tú samskipar saman við námsfrøðingum, hjálparfólkum og leiðaranum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða og seta tín dám á virksemið í Sóljugarði.
Vit arbeiða saman við fokus á hjálpsemi, undran og gleði í gerandisdegnum.