Lýsing
Býlingshúsið Vesturi á Flat søkir eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki at arbeiða í barnagarðsstovu. Arbeiðstíðin er 35-40 tímar um vikuna og møguleiki er eisini fyri færri tímum um vikuna.
Býlingshúsið Vesturi á Flat er ein stórur stovnur við tveimum vøggustovum, fýra barnagarðsstovum og haraftrat ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, ið ganga teirra seinasta ár í barnagarð. Stovnurin liggur væl fyri í náttúruríka umhvørvinum í Hoyvík tætt við Svartafoss, ið setur sín natúrliga dám á gerandisdagin. Umhvørvið rundan um stovnin og tilhoyrandi garðurin gevur børnunum góðar umstøður at spæla, vera virkin og nýta hugflogi.
Nýmótans stovnurin við nýútgjørdum hølisviðurskiftum gevur starvsfólkunum góðar umstøður til ymiskt námsfrøðiligt virksemi. Á stovninum er millum annað eitt fyrireikingarhøli til starvsfólk, eitt samtaluhøli til foreldrasamrøður og ein serstova við góðum møguleikum fyri innkluderandi virksemi. Á stovninum verður dentur lagdur á relatiónsarbeiði í øllum teimum dagligu virksemunum fyri soleiðis at skapa góðar fortreytir fyri trivna og menning hjá børnunum.