Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
6. marts 2025
Útgongur
20. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Pláss er fyri 45 barnagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár sum húsast í stovunum Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt starv á 32 tímar um vikuna, harav eru 25 stuðulstímar, at byrja 24. mars ella eftir nærri avtalu. Námsfrøðiligur atstøðingur ella hjálarfólk kann eisini vera sett í tíðaravmarkað starv.

Vit kunnu bjóða:

  • ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
  • ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
  • ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
  • ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
  • tíð til fyrireiking.

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sær møguleikar í øllum børnum
  • vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
  • ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 20. mars 2025.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Baldursbrá 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið