Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir vegna Barna- og ungdómshúsið Látrið í Nólsoy eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 til 40 tímar um vikuna.

Starvsetan skjótast til ber.

Látrið er ein bygdastovnur, har børn og ung í aldrinum 0 til 18 ár ganga. Vit halda til í góðum hølum ovast í bygdini. Vit leggja dent á, at menna og menta børnini í samsvari við námsfrøðiligu stevnumiðini.

Virksemið á Látrinum er býtt upp í vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla, barnahús og ungdómshús.

Í løtuni tørvar okkum ein námsfrøðing í frítíðarskúlanum at arbeiða 30 tímar. Møguleiki er fyri, at samskipa starvið við 2-3 kvøld um vikuna í ungdómshúsinum, soleiðis at talan kann verða um eitt fulltíðarstarv.

Frítíðarskúlin er opin gerandisdagar millum kl.11 og 17 og ungdómshúsið hevur opið 3 kvøld um vikuna, mánadag til fríggjadag kl. 19 til 22. Arbeiðstíðirnar kunnu væl lagast til ferðaætlanina hjá SSL.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið