Lýsing
Okkum tørvar ein námsfrøðing at arbeiða 30 tímar pr viku. Starvið er frá 02. Januar 2025
(Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)
Okkum tørvar:
Starvsfólk sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.
Vit vanta av tær:
- At tú er jalig/ur og dámar at vera saman við børnum
- At tú er fakliga áhugaður
- At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
- At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
- At tú hevur góðar samstarvsførleikar
Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:
- ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
- upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðinar er vanliga millum kl 07.30 - 17.00
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Anitu Sigurðsdóttir, leiðara á tlf. 212751
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo
Umsóknarfreistin er úti 16.12.24. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.