Sunda Kommuna
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
30. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í Hósvík er ein stovnur við námsfrøðiligum, kreativum og kveikjandi upplivingum. Trivnaður, “grønur” kreativitetur og menning er okkara fakligheit og styrki. Á stovninum eru góð hølisviðurskifti og uttanum økið er fantastiskt.

Vit hava tørv á:

  • Einum námsfrøðingi
  • Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna á barnagarðsstovu ella frítíðarskúla. Hevur tú
    ynski um ávíst tímatal, lat okkum frætta, so finna vit fram til eina felags loysn

Vit ynskja enn fleiri starvsfólk, ið:

  • eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
  • megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
  • eru nærverandi og fyrikomandi
  • eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna

Á stovninum er spæl, látur, kreativitetur, umsorgan og nærvera okkara dagligdagur. Vit brúka náttúruna, endurnýtslu, bygdina, sandin og hagan, sum okkara felags triðja. Harumframt brúka vit fimleikahøllina og svimjihylin á Oyrabakka hvørja viku.

Námsfrøðilig fyrireikingartíð er løgd inn í okkara arbeiðsskema, umframt at vit arbeiða í smáum barnabólkum, og vit tillaga okkara arbeiði eftir tørvi.

Á stovninum starvast í løtuni 6 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsbyrjan 11. november 2024 ella eftir nærri avtalu.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Umsóknin skal, saman við prógvi, CV og viðmælum, verða Dagstovninum við Stórheygg í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2024.

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík
storheygg@sunda.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið