Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Serstovan (Hornið) í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er ein partur av frítíðarskúlanum, og samstarva námsfrøðingar og hjálparfólk í serstovuni við frítíðarskúlan í námsfrøðiligum virksemi gjøgnum dagin. Børnini kenna hvønn annan og gongur dagurin nógv út uppá at sosialisera og menna børnini.
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Serstovuna (Hornið) í Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, at byrja tann 25. november 2024 ella skjótast gjørligt.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðirnar eru vanliga í millum kl. 9.30-17.00
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu