Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk teka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennur fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir uppá fakligheit og álit?
Serstovan Hornið í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er knýtt at Frítíðarskúlanum, og samstarva námsfrøðingar og hjálparfólk í serstovuni við frítíðarskúlan gjøgnum dagin. Børnini kenna hvønn annan og gongur dagurin nógv út uppá at sosialisera og menna børnini.
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Serstovuna Hornið í Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja tann 2. januar 2025 ella skjótast gjørligt.
Um námsfrøðingur ikki verða settir, so kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 9.30-17.00.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu