Kvinnuhúsið
Útgivið
13. oktober 2025
Útgongur
3. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Sóknast verður eftir námsfrøðingi við drúgvum royndum innan harðskapsøkið.

Einum, sum brennur fyri at gera mun hjá menniskjum, ið hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, eins og børnum teirra.

Í Kvinnuhúsinum er:

  • Kreppumiðstøð, har kvinnur, sum eru útsettar fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum, og børn teirra kunnu gista.
  • Harðskapsráðgevingin Liv uttan harðskap, har kvinnur, menn og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving, vegleiðing, luttaka í samrøðubólkum o.s.fr..
  • Vitanardepil, sum innsavnar og framleiðir tilfar til skeið og undirvísir fakfólki; innsavnar og skipar hagtøl; og á annan hátt arbeiðir við at styrkja fakligheit og virksemið fyri harðskapsøkið í Føroyum.
  • Komandi hjálparlinja, sum fer at veita ráðgeving við telefon, kjatti og telduposti, íroknað viðgerð fyri fremjarar av harðskapi. Eftir ætlan letur hjálparlinjan upp fyrst í januar 2026.

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur, og evni til at leggja fakligt og praktiskt arbeiði til rættis á Kreppumiðstøðini, Ráðgevingini og í Hjálparlinjuni. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og umfata alt frá praktiskum arbeiði til at greina samansettar trupulleikar.

Tað er neyðugt, at tú dugir bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi. Eisini er umráðandi, at tú ert fleksibul og tolir broytingar í arbeiðnum.

Námsfrøðiligar og aðrar uppgávur á Kreppumiðstøðini:

  • At veita umsorgan og styðja kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi, og við viðurkennandi atburði at fáa tær at kenna seg virdar og tiknar í álvara.
  • At veita stuðul og hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, sum gista á Kreppumiðstøðini.
  • Í samstarvi við samskipara og leiðara at menna eitt námsfrøðiligt tilboð til børn á Kreppumiðstøðini.
  • At hava samrøður og samveru við børn og mammu teirra, tá tey gista í Kreppumiðstøðini.
  • At samskifta og samstarva við viðkomandi stovnar, skúlar og myndugleikar.
  • Praktiskt og fyrifallandi arbeiði á Kreppumiðstøðini.

Námsfrøðiligar og aðrar uppgávur í ráðgevingini:

  • At veita ráðgeving, vegleiðing og psykoedukatión um harðskap, avleiðingar av harðskapi og harðskapsdynamikkum.
  • Einstaklinga-, bólka- og uppfylgandi samrøður (persónliga, yvir telefon og netið).
  • Miðvíst at virka fyri og styðja kvinnum, monnum og børnum teirra, sum hava verið fyri harðskapi.
  • Greiningar av ofta samansettum trupulleikum.
  • Samskifti og samstarv við viðkomandi stovnar og myndugleikar.
  • Hjásitar í samband við mál, har kvinna ella maður hevur tørv á stuðli.
  • Skipa og stýra samrøðubólkum og eftirvernd eftir tørni.
  • Vera við til at íverkseta nýggj tiltøk.
  • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap.

Námsfrøðiligar og aðrar uppgávur í hjálparlinjuni:

  • Eins og í ráðgevingini at veita vegleiðing og psykoedukatión um harðskap, greiningar av ofta samansettum trupulleikum o.s.fr..
  • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap.
  • Vera við til at byggja fremjaratilboð upp saman við samskipara av hjálparlinjuni og leiðara.

Førleikar:

  • Tú hevur innlit í hjálpar- og stuðulsmøguleikar, ið finnast í samfelagnum.
  • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevni.
  • Tú ert viðurkennandi og megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum.
  • Tú ert tolin og dugir væl at samskifta – bæði í skrift og talu.
  • Tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu.

Setanar- og lønarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv til setan frá 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála hjá Pedagogfelagnum. Krav er um barnaváttan.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og viðmælum verður send: starvkvinnuhusid@gmail.com
Umsóknarfreistin er mikudagin 22. oktober 2025 kl. 20.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran:
Eyðvør Tausen Olsen, tlf. 28 72 00 (yrkadagar millum kl. 12–16).

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið