Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólki til Sambýlið á Mýrini í Hoyvík. Húsið er heim fyri fólk við menningartarni. Í húsinum er pláss fyri 17 fólkum: 12 í sambýlinum niðriundir og fimm í búfelagsskapinum, sum húsast uppiá. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um starvið
Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.01.2025. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er umráðandi, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og vit stuðla og vegleiða í persónligum viðurskiftum og avbjóðingum, sum búfólkini kunnu møta í gerandisdegnum.
Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.