Lýsing
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir námslektara innan dátuvísindi við denti á stórdátum til tíðaravmarkað starv í 3 ár. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði umframt masterútbúgving í dátuvísindum og diplom í kt-verkfrøði.
Starvsøki
Starvssetanin verður sum námslektari og kann eisini vera tíðaravmarkað parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar eru í starvinum - til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.
Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum dátugrunnatøkni til stórdátur, umframt í valskeiðum og verkætlanum í dátugrunnatøkni. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í kt-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.