Hilton Garden Inn
Útgivið
1. april 2026
Útgongur
12. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú bestemma, tá stjórin fer heim?
Ert tú b-menniskja við stóra B, og fært mest burtur úr um náttina? Tekur tú ábyrgd og dugir tú væl við tølum? So ert tú náttarvørðurin, okkum tørvar. Hjá okkum hevur náttarvørðurin alt at siga – tí tá kunnu hini starvsfólkini sova trygt um náttina, og møta aftur til arbeiðis til eitt væl rikið hotell. Hotellið er partur av navnframu altjóða Hilton ketuni, ið veitir sama høga tænastustig og dygd frá París til Hong Kong og frá New York til Tórshavn.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsklassa.

Vit vænta, at tú

  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
  • Góðar kt-førleikar
  • Brennir fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
  • Trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
  • Sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á besta møguliga hátt

Setan
Starvið er um náttina, bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Arbeitt verður aðruhvørja viku – eina arbeiðsviku og eina fríviku. Í vikunum, har arbeitt ikki verður um náttina, kunnu dagvaktir eisini koma fyri. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi 12. apíl 2026 og samrøður verða hildnar leypandi.

Byrjanardagur er sum skjótast, ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Elsu í Hjøllum á elsa@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 28 77 07.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands er einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandz og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 173 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið