
Lýsing
Ert tú klár/klárur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?
Navigare Shipping sóknast eftir einum ágrýtnum og skipaðum innkeypara, sum kemur at hava ábyrgdina av øllum innkeypi og vørugoymslum hjá felagnum.
Starvið inniber millum annað
- Keypa inn til skipini – í stórum og smáum
- Hava ábyrgd av vørugoymslunum á landi og umborð
- Tryggja, at vørur verða sendar rættstundis til skipini
Vit vænta at tú:
- Hevur viðkomandi royndir ella maskinmeistaraútbúgving el.l líknandi
- Hevur góðar KT førleikar
- Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum
Persónligir eginleikar:
- Dugir at arbeiða sjálvstøðug, men trívist eisini í toymi
- Ert fyrikomandi, væl skipað/ur og feksibul
- Trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar
- Megnar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum í senn og loysa tær
- Hevur áhuga í at menna teg sjálvan og felagið
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi við fjølbroyttum uppgávum
- Gott samstarv har trivnaðurin er í hásæti
- Samstarv við dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar
- Góða innleiðslu
Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldarfirði.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á hesa leinkjuna.
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14. februar 2025.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anfinn Højgaard, leiðara á Teknisku deild á tlf 523013 ella við telduposti til anfinn@navigare.fo . Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vit ynskja at starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Navigare Shipping
Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip og hevur í alt meira enn 200 ársverk, har virksemið fevnir um Føroyum, Norra, Skotlandi, Íslandi og Póllandi. Høvuðssætið er í Søldarfirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.