Kemilux
Útgivið
13. marts 2025
Útgongur
28. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú “gomul/gamal” í garði, men ynskir nýggjar avbjóðingar? So vilja vit fegin frætta frá tær.

Um skrivstovuna:
Vit eru eitt toymi á 3 starvsfólk, og við tað at eitt starvsfólk fer í annað starv hjá Kemilux, er møguleikin kanska tín. Vit leita eftir einum garvaðum skrivstovufólki, ið er tilreiðar at traðka til. Vit hava fastar uppgávur, ið tú eisini kemur at hava, men tó verður væntað, at vit arbeiða sum eitt toymi. Bókhaldsskipanin vit nýta, er Dynamics 365 Business Central.

Umtalaðu uppgávurnar á deildini eru m.a.
- Vanligt skrivstovuarbeiði
- Keditor/debitor røkt
- Avgreiða innflutnings- og útflutningsskjøl
- Teldusamskifti
- Fakturering
- Avgreiða banka

Vit vænta av tær:
- Ágrýtin, álítandi og fyrikomandi
- Góðan telduførleika og tøkniliga forvitin
- Fyrimunur at tú kennur til Dynamics 365 Business Central
- Kann arbeiða skipað/ur og sjálvstøðugt, eins væl sum saman við øðrum
- Hevur viðkomandi útbúgving og/ella hegni innan skrivstovuarbeiði

Vit kunnu bjóða tær:
- Gott samanhald
- Ágrýtnar starvsfelagar
- Eitt avbjóðandi og spennandi fulltíðarstarv
- Løn eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Eitt starv, ið verður sett skjótast gjørligt
- Starvsstaður er Mykinesgøta 1

Umsóknarfreist:
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast til annika@kemilux.com, í seinasta lagi fríggjadagin 28. mars 2025, kl. 12. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Anniku Weihe, fíggjarleiðara á tlf. +298 662035.

Um Kemilux
Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.

 

Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965, og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni, líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Hjá
Kemilux starvast um 25 fólk, og virksemið er í tveimum støðum í Havn

Líknandi størv

Dekkari til "Bakkabrúgv"   Faroe Islands nýtt
13. marts 2025
13. marts 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið