P/F Hotel Hafnia
Lýsing
upplivingar?
Vit sóknast eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til Kafé Kaspar, sum kann byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða
- Fleksiblar arbeiðstíðir, sum kunnu tillagast til tín gerandisdag
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag saman við hjálpsomum og dugnaligum starvsfeløgum
- Eitt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi og einum óformellum tóna
- Starv á einari Kafé á einum góðkendum GreenKey hotelli
Vit vænta, at tú
- Trívist væl millum fólk og hevur eitt smílandi lyndi, eisini tá nógv er at gera
- Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Freistin at søkja starvið er 18. oktober 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Ljóðar hetta spennandi? Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Zandru, leiðara, á tlf. 23 31 49 ella við at senda ein teldupost til: kaspar.manager@hafnia.fo.