Sp/f Pomek
Lýsing
Ynskir tú at gerast maskinsmiður, antin sum lívsleið ella sum lopfjøl til víðari útbúgving so bjóða vit tær lærupláss.
Vit bjóða lærupláss á einum maskinverkstaði tætt uppat vinnulívinum
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri fakinum, ert ágrýtin og álítandi
Lærutíðin til maskinsmið er 4 ár, men styttist um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.
Tú ert vælkomin at venda tær til Frithleif Olsen við spurningum á tlf 558455, ella á frithleif@pomek.fo
Ynskir tú lærupláss hjá okkum, so send okkum eina umsókn.
Umsókn skal sendast til pomek@pomek.fo
Vit vilja gjarna frætta frá tær.