Lýsing
Vit leita eftir fólki til reingerðartoymið á Gjáargarði
1.apríl letur Gistingarhúsið Gjáargarður upp aftur, og vit leita eftir starvsfólki til reingerð av kømrum og felagshølum.
Kundi tú hugsað tær at blivið partur av okkara reingerðartoymi, so send okkum eina umsókn til starv@gjaargardur.fo
Arbeiðsdagarnir kunnu verða ójavnir, tað veldst um hvussu nógv kømur eru at gera rein, men byrjað verður um morgunin. - Arbeitt verður eisini í vikuskiftum. - Møguleiki er, at arbeiða niðursetta tíð.
Um hetta hevur tín áhugað so send okkum eina umsókn til starv@gjaargardur.fo. Um tú hevur spurningar, so ber til at seta seg í samband við Jacoba Kruse tel. 233170 ella jk@gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
Dalavegur 20
FO-476 Gjógv