Atlantic Airways
Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum fjølbroyttum og livandi umhvørvi í hjartanum av føroysku flogvinnuni?
Atlantic Airways leitar eftir ágrýtnum og álítandi avloysara til reingerðartoymið. Starvið fevnir um reingerð av flogførum og skrivstovuhølum og er ein týdningarmikil liður í at tryggja, at okkara flogfør eru rein og klár til næstu ferð.
Um starvið
Sum partur av reingerðartoyminum verður tú við til at:
- Vaska og gera flogførini klár til næstu ferð
- Røkja dagliga reingerð í skrivstovuhølunum hjá Atlantic Airways
Vit vænta, at tú:
- Ert ábyrgarfull/-ur og álítandi
- Hevur eitt jaligt lyndi og ert fyrikomandi
- Trívist við praktiskum arbeiði í skiftandi arbeiðsumhvørvi