Landsverk
Útgivið
11. oktober 2025
Útgongur
23. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Landsverk søkir fólk til reingerðarstarv á farstøðini á Syðradali.

Um starvið
Arbeiðið fevnir um dagliga reingerð av bíðirúmi, vesi og gong. Umframt hetta kann roknast við smærri fyrifallandi uppgávum. Arbeiðstíðin er tveir tímar um dagin, tó kann væntast nakað meira í summarmánaðunum, tá ferðavinnan er í hæddini.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum leggur dent á góða tænastu, hevur eyga og hegni fyri reingerð. Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ágrýtin og vælgjørd/ur í tínum arbeiði.

Vit leggja dent á eitt gott huglag og góðan hugburð. Tú samskiftir á føroyskum, enskum ella donskum, og tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá einum líknandi starvi áður.

Setanarviðurskiftir
Talan er um tímalønt starv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tín arbeiðsstaður verður á Syðradali.

Umsóknir
Umsókn, lívsrensl (cv) og avrit av møguligum viðmælum skulu sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ása Mikkelsen, verkfrøðing, á tlf. 290 844 ella á teldupost asmi@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið