Almannaverkið
Lýsing
Søkt verður eftir reingerðarfólki til Sambýlið Mylnutún í Klaksvík. Á Mylnutúni búgva 12 fólk við menningartarni, sum hava hvør sína íbúð. Karmarnir á Mylnutún er sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um starvið
- Eitt starv 20 tímar um vikuna á Sambýlinum Mylnutún at setast tann 01.10.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er í dagtímunum kl. 9-13 mánadag til fríggjadag.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at gera reint og at skapa eitt ruddiligt og heimligt umhvørvi. Somuleiðis er uppgávan at hava ábyrgd av innkeypi av vørum í sambandi við reingerðina.
Førleikar
Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur.