Lýsing
Restaurant Manager til Hilton Garden Inn Faroe Islands
Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri at skapa røttu karmarnar til gestir okkara í Hallartúni? Ert tú tænastusinnað/ur um ein háls, og gongur tú høgt uppí eina framúr gestarøkt og góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Okkum tørvar ein tænastusinnaðan, jaligan og ágrýtnan Restaurant Manager til Hilton Garden Inn Faroe Islands við Staravegin í Havn. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, sum er kend fyri høga tænastustigið og dygd.
Tað verður tín uppgáva ..
- at hava ábyrgd av at gestirnir føla seg væl og fáa bestu tænastu
- at syrgja fyri at tænararnir hava eitt gott arbeiðsumhvørvi
- at kveikja tænararnar til at veita bestu tænastu og gera teir stinnar innan vín og mat
- at hava tætt samstarv við allar deildir á hotellinum
- at røkja tær uppgávurnar, sum annars eru knýttar at økinum
Vit vænta, at tú ...
- hevur royndir sum leiðari í matstovuvinnuni
- hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
- hevur evni og hegni at geva gestunum eina góða, vinarliga og professionella tænastu
- hevur kunnleika til mat og vín og dugir at miðla hetta til starvsfólk og gestir
- dugir starvsfólkarøkt, ert motiverandi og kveikjandi
- ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
- sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrslitinum
- trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
- ert væl skipað/ur og dugir at halda yvirlitið
- ert fleksibul, tí uppgávurnar krevja at ein er tilstaðar, tá tiltøkini henda
- sært virðið í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á best møguligan hátt
Setan:
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt fulltíðarstarv, sum vísir til F&B leiðaran. Tú verður við til at mynda eitt nýtt, nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsflokki.
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett 1. september 2021. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi: 5. juli 2021.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Rósu Mariu Restorff, F&B leiðara, rosamaria@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 294006
Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 85 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.