Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
9. september 2024
Útgongur
30. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólki í fast starv til heimatænastuna skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu og arbeitt verður í skiftandi vaktum dag, kvøld og annaðhvørt vikuskifti.

Førleikakrøv og karma
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla teimum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags.

Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 20. september 2024.

Líknandi størv

18. september 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
18. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið