Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
17. oktober 2024
Útgongur
29. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir roknskapar- og fíggjarfólki til fíggjardeildina.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv á einum stovni í vøkstri og støðugari menning. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjardeildini eru at taka sær av fíggjarætlanini, sum liggur um 163 milliónir krónur árliga, og fíggjarligu stýringini hjá Fróðskaparsetrinum og granskingarverkætlanunum. Á fíggjardeildini starvast fimm fólk undir leiðslu av fíggjarleiðaranum, sum vísir til fyrisitingarstjóran.

Sum roknskapar- og fíggjarfólk fært tú stóra ávirkan á at verða partur av at menna mannagongdir, fíggjarstýringina og kostnaðar- og nýtslueftirlit saman við fíggjarleiðaranum. Tú verður partur av einum vælvirkandi toymi sum dagliga tryggjar, at allar roknskapar- og fíggjarligar skrásetingar verða framdar við tí nærlagni, sum krevjast fyri at tryggja ein rættan roknskap og eina neyva fíggjarstýring.
Setrið er í eini spennandi tíð, har arbeitt verður við at miðsavna alt Setrið á einum stað.

Starvsøki
Tað verður tín uppgáva at:
- føra dagligt bókhald í Búskaparskipan Landsins
- avgreiða lønir og samsýningar
- leggja fíggjarætlan og gera fíggjarligar frágreiðingar fyri granskingarverkætlanir
- gera fíggjarligar greiningar og hagtøl sum grundarlag undir fíggjarstýringini saman við fíggjarleiðaranum
- sum frá líður at ráðgeva deildarleiðslunum í fíggjarligum viðurskiftum
- dagføra mannagongdir og skipanir á fíggjarliga økinum

Um teg
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving innan búskap og fíggjarstýring
- hevur kunnleika til Búskaparskipan Landsins og royndir í almennari umsiting
- hevur jaligan hugburð og góð tænastu- og samstarvsevni
- dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum og enskum bæði í skrift og talu
- dugir at greina torgreidd viðurskifti og arbeiðir miðvíst
- hevur lætt við at seta teg inn í KT-skipanir

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.
Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

Løn og setanartreytir
Starvið er eitt fulltíðarstarv, sum kann verða niðursett til 0,75 og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 29. oktober 2024.

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær til Odd Arild Bjellvåg, fíggjarleiðara, á tel. 280611 ella oddb@setur.fo

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.
Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið