Landsverk
Útgivið
12. november 2024
Útgongur
24. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú arbeiða innan roknskaparøkið á einum stórum stovni við fjølbroyttum virksemi, so er Landsverk rætta arbeiðsplássið. Vit leita eftir nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki til fíggjardeildina.

Um starvið
Sum roknskaparfólk á fíggjardeildini verður tú partur av einum góðum toymi, ið dagliga hevur til endamáls at tryggja ein rættan roknskap rættstundis. Tú fert at hava nógv samskifti, bæði við veitarar og starvsfelagar. Á deildini leggja vit dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:

  • Kreditorbókhald, herundir konteringar og avgreiðsla av inngangandi rokningum
  • Umbókingar
  • Avstemmman
  • Ymsar eftirlitsuppgávur
  • Aðrar uppgávur, ið verða loystar í samráð við fíggjarleiðaran
    Arbeitt verður fyri tað mesta í Búskaparskipan landsins og Business central.

Um teg

  • Tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum
  • Tú ert væl skipað/ur, og at tær dámar væl rutinuarbeiði
  • Tú hevur góðan telduførleika og dugir at nýta Office
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar
  • Tað er eitt krav, at tú hevur miðnámsútbúgving ella skrivstovuútbúgving

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna.
Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. november 2024.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jenny Mariu Fosaa Syderbø, virkandi deildarleiðara á tlf. 290 824 ella telduposti jenny@lv.fo.

Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum í landinum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið