Landsverk
Útgivið
7. oktober 2025
Útgongur
22. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga í roknskapi? Ynskir tú at arbeiða á einum stórum og fjølbroyttum stovni, har tú dagliga samstarvar við nógv ymisk fólk? Vit leita eftir nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki til fíggjardeildina.

Um starvið
Sum roknskaparfólk á fíggjardeildini verður tú partur av einum góðum toymi, ið dagliga hevur til endamáls at tryggja ein rættan roknskap rættstundis. Tú fert at hava nógv samskifti, bæði við veitarar og starvsfelagar. Á deildini leggja vit dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni.

Høvuðsuppgávan í starvinum er dagligt bókhald, herundir:

  • Kreditorrøkt
  • Avstemmingar
  • Ymiskar mánaðarligar uppgerðir
  • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Alt eftir tínum royndum og førleikum kann harumframt vera møguleiki fyri at arbeiða við uppgávum innan fíggjargreining og kontrolling.

Um teg

  • Tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum
  • Tú ert væl skipað/ur, og tær dámar væl rutinuarbeiði
  • Tú hevur góðan telduførleika og dugir at nýta Office. Kunnleiki til Búskaparskipan Landsins og Business Central kann vera ein fyrimunur
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar
  • Tað er eitt krav, at tú hevur miðnámsútbúgving ella skrivstovuútbúgving

Setanarviðurskifti
Talan er um starv sum barsilsavloysari og verður sett tíðaravmarkað frá 1. november og eitt ár fram. Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast okkum, við at trýsta her og vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2025

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingolf Joensen, deildarleiðara á tlf. 290 822 ella telduposti injo@lv.fo.

Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum í landinum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið