Lýsing
Hevur tú gott yvirlit, arbeiðir skipað og trívist við ábyrgd?
So er tað kanska tær vit leita eftir.
Vit sóknast eftir einum roknskaparfólki/bókhaldara til skrivstovu okkara.
Tú fer at arbeiða saman við okkara skrivstovutoymi og verður við til at tryggja, at bókhaldið hjá okkara feløgum verður røkt skipað og professionelt.
Hetta er eitt sjálvstøðugt starv við ábyrgd, har tú verður ein týðandi partur av dagliga rakstrinum hjá okkara feløgum.
Arbeiðið fevnir millum annað um: Dagføra bókhaldið Mánaðarligar avstemmingar og roknskaparuppgerðir Fyrireika ársroknskapin Samskifta við myndugleikar og granskoðarar
Á skrivstovuni starvast í løtuni 6 fólk, og arbeiðið fevnir um bókhald og aðrar skrivstovuuppgávur fyri okkara feløg.
Til tíðir kann arbeiðsbyrðan vera størri – eitt nú tá roknskapir skulu gerast klárir – og tí er týdningarmikið at tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí.
Vit vænta at tú:
- Hevur royndir við bókhaldi og roknskapi
- Arbeiðir skipað og hevur gott yvirlit
- Ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Dugir væl at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og spennandi starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi við virksemi innan handil, ítrótt og heilsølu.
Umsókn
Send tína umsókn til thd@damfar.fo í seinasta lagi 12. juni 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Tummas H. Dam, stjóra, Tlf. 220550, thd@damfar.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Eitt sindur um okkkara feløg:
P/F Thomas Dam Ítróttur, rekur 3 ítróttarhandlar í Føroyum. P/F Damfar, ein heilsøla, sum selur keks, sjokolátavørur og aðrar søtar vørur til allar handlar í Føroyum. Sp/f The Athlete´s Foot, er ein móta og ítróttarhandil í Miðbýnum í Tórshavn. Sp/f Damco - Holdingfelag, hvørs endamál er at eiga partabrøv og ognir.