Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við hondunum og skapa nakað veruligt? Nú hevur tú møguleikan at fáa eina spennandi yrkisútbúgving sum húsasmiður.
Vit søkja eftir einum timburlærlingi at byrja 1. August 2026 ella eftir nærri avtalu.
Sum lærlingur hjá M.B. Overgaard verður tú partur av einum dugnaligum toymi, har tú lærir alt frá grundarbeiði til meira avanseraðar uppgávur – í tí takt, tú mennist. Tú fært eina góða og væl skipaða upplæring, bæði á byggiplássinum og á tekniskum skúla.
Hetta fært tú:
- Góða og praktiska upplæring frá royndum handverkarum
- Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Góðar starvsfelagar og eitt sterkt samanhald
- Persónliga og hugnaliga arbeiðsmentan
- Felags tiltøk og starvsfólkaferðir annahvørt ár
- Eina útbúgving við nógvum møguleikum í framtíðini
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri handverki
- Er arbeiðssom/-samur og álítandi
- Dugir at samstarva og taka ábyrgd
- Hevur liðugt fólkaskúla ella miðnám
Um útbúgvingina
Lærutíðin er 4 ár og fevnir um bæði praktiskt arbeiði og skúlagongd (uml. 55 vikur tilsamans).
Ein húsasmiður fæst í høvuðsheitum við at smíða hús. Talan kann vera um sethús og aðrar bygningar, umframt onnur byggiarbeiði.
Fyri at vita meira ring til Morten á tlf. 27 26 27
Umsókn skal sendast til overgaard@mbo.fo, viðmerk "Tilburlærlingur".