Lýsing
Søkt verður eftir sálarfrøðingi til barsilsfarloyvisstarv fulla tíð at seta frá 1. januar 2026 ella skjótast eftir tað.
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
- Veita skúlum og dagstovnum sálarfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing
- Veita sálarfrøðiliga ráðgeving til foreldur ella avvarandi
- Samstarva við foreldur og avvarandi, leiðslur, starvsfólk og viðkomandi stovnar um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk og tilgongdir
- Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
- Veita supervisión
er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjarin:
- Vil menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið
- Vil samstarv tvørtur um fak og geirar
- Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevni og kann tillaga seg nýggjar umstøður
- Dugir at orða seg í skrift og talu
Vit bjóða:
- Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Supervisión
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych, cand. pæd. psych. ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við løggilding.
Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tóru Petersen, stjóra, á telefon 292201 ella í teldubrævi til tora@sernam.fo.
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sernám skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 4. november 2025 og skulu sendast til:
Sernám
Bókbindaragøta 8
Postboks 5232
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn umframt at tola broytingar í starvinum.