Almannaverkið
Útgivið
10. august 2026
Útgongur
23. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at styrkja og menna samskiftið í einum av størstu almennu stovnunum í Føroyum?

Vit leita eftir einum dugnaligum og skapandi samskiftisfólki, sum hevur hug og hegni at menna okkara samskifti bæði innanhýsis og úteftir.

Um starvið
Samskiftisfólkið hevur ábyrgd av innanhýsis og uttanhýsis samskiftinum hjá Almannaverkinum. Starvið fevnir um at menna og umsita heimasíðuna, innannetið og sosialu miðlarnar, tryggja greiða og atkomiliga kunning og styrkja samleikan og ímyndina hjá Almannaverkinum.

Samskiftisfólkið arbeiðir strategiskt og praktiskt við samskifti. Veitir leiðsluni ráðgeving, framleiðir tekstir, grafiskt tilfar og annað samskiftistilfar og er við til at styrkja arbeiðsgevaraprofilin, so Almannaverkið verður eitt sjónligt og attraktivt arbeiðspláss.

Starvið krevur góðar samskiftisførleikar, grafiskt hegni og tekniska fatan, umframt førleika at samskipa samskiftisátøk tvørs av øllum virkseminum.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144937&DepartmentId=19084&MediaId=4615

Líknandi størv

10. august 2026
Vaskifólk til skúlan   Faroe Islands nýtt
10. august 2026
10. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið