Lýsing
Vilt tú vera við til at styrkja innanhýsis og uttanhýsis samskiftið í einum stovni, sum arbeiðir fyri trygd og tryggleika í Føroyum? Og hevur tú hug at vera við til at menna okkara samskiftisarbeiði, meðan tú samstundis ert partur av einum ágrýtnum toymi, har vit lyfta í felag og stuðla hvør øðrum?
So ert tú kanska okkara nýggja samskiftisfólk!
Sum starvsfólk hjá Føroya Politi verður tú partur av einum stovni, har høvuðsuppgávan er at skapa tryggleika og trygd í samfelagnum.
Vit hava ein týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum, og okkara arbeiðsøki er breitt og fjølbroytt. Hetta ger, at vit hava tørv á at verða sterk á samskiftisøkinum, bæði innanhýsis og uttanhýsis.
Vit ynskja at raðfesta samskiftisøkið hægri og leita tí eftir einum nýggjum starvsfelaga til leiðsluskrivstovuna hjá Føroya Politi.
Uppgávurnar hjá leiðsluskrivstovuni fevna millum annað um:
- At stuðla leiðsluni i hennara virksemi
- At handfara løgfrøðiligar uppgávur, sum ikki eru revsirættarligar
- Samskifti, kunning og fjølmiðlar
- Innaneftirlit, váðastýring, góðskutrygging, hagtøl og greiningar
- Stuðlandi eind fyri verkætlanum
Um starvið
Sum samskiftisfólk verður tú partur av fjølbroytta toyminum á leiðsluskrivstovui, har vit loysa nógvar ymsar uppgávur saman.
Tínar uppgávur verða millum annað:
- At gera tíðindaskriv og viðgera fyrispurningar frá miðlunum.
- At menna og skapa tilfar til okkara sosialu miðlar, eitt nú Facebook og Instagram.
- At skriva greinar og søgur frá okkara dagliga arbeiði, bæði til innanhýsis miðlar og til almenningin.
- At ráðgeva og hava samstarv við leiðslu og starvsfelagar um samskiftisspurningar.
- At gera og frmja samskiftisætlanir fyri innanhýsis og uttanhýsis verkætlanir.
- At taka lut í at byggja upp eitt sterkari innanhýsis samskifti, sum skapar felagsskap og vitanardeiling millum starvsfólk.
- At týða og lesa rættlestur
Um teg
Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum:
- Er ágrýtin og hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan samskifti.
- Hevur eina útbúgving innan journalistikk, samskifti ella líknandi.
- Hevur góð evni at skriva tilfar, og sum megnar at laga tilfarið til júst rætta málbólkin
- Hevur royndir við sosialum miðlum og talgildum samskifti.
- Hevur førleika at handfara miðlar og arbeiða við teimum á ein fakligan ogfyrikomandi hátt.
- Er ein liðspælari við jaligum hugburði og megnar at samstarva breitt
- Hevur eyga fyri smálutum og megnar at varðveita stóra yvirlitið, eisini tá tað gongur skjótt fyri seg.
- Er smidlig/ur og til reiðar at hjálpa til, tá ið tørvur er á tí, og støðan krevur tað.
- Er málsliga væl fyri og dugir væl at orða seg á føroyskum og donskum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir verða ásett sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag á danska arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Politi hevur fingið játtað pening til eitt samskiftisfólk í eitt fýra ára tíðarskeið, sum eisini er sáttmálaskeiðið fyri starvssetanina í fyrstu atløgu. Tað er møguligt, at talan verður um fast starv eftir lokið sáttmálaskeið.
Starvssetanin er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET, og at tú kanst varðveita trygdargóðkenningina gjøgnum setanarskeiðið.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jeppe Olsen, fyrisitingarstjóra á tlf. 792022 ella á teldupost jbo016@politi.dk.
Umsóknarfreistin er 6. januar 2025. Skrivlig umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til HR-deildina á fo-personalekontor@politi.dk .
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.
Link til dansk stillingsopslag: https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/kommunikationsmedarbejder-til-faeroeernes-politi/2024/12/16