UNDIRVÍSINGARSTÝRIÐ
Útgivið
9. september 2022
Útgongur
24. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at royna teg í einum fjølbroyttum tíðaravmarkaðum starvi í størstu kt-verkætlan í undirvísingarverkinum nakrantíð?

Um starvið
Tú verður partur av kt-eindini í Undirvísingarstýrinum, sum stendur á odda fyri at gera ktheildarætlanina 2021-25 til veruleika. Kt-eindin er undir leiðslu av deildarleiðara og tveimum verkætlanarleiðarum. Tú hevur leiklutin sum samskipari og virkisgreinari og vísir til verkætlanarleiðarar og deildarleiðara.

Sum samskipari hevur tú ábyrgdina av at fyrireika tiltøk og at røkja samskifti við avvarðandi partar umframt aðrar umsitingarligar uppgávur. Sum virkisgreinari kemur tú at taka lut í verkstovum og í arbeiðinum at kravseta nýggju skipanina.
Arbeiðið í kt-eindini er á høgum fakligum stigi, og stórur dentur verður lagdur á gott samstarv og áhaldandi fakliga og persónliga menning.

Uppgávur
Uppgávurnar fevna m.a. um at:
• fyrireika tilfar til fundir, verkstovur o.a.
• røkja skrivarauppgávu
• samskipa verkstovur og onnur tiltøk
• umsita tilfar til heimasíðu
• journalisera og dagføra listar
• greina og lýsa krøv til kt-skipanina
• viðgera og testa mentar loysnir

Førleikar
Vit vænta:
• at tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini
• at tú ert væl skipað/-ur
• at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• at tú hevur grundleggjandi kt-førleika
• at tú kanst seta teg inn í nýggjar kt-skipanir
• at tú hevur evni at greina og lýsa umsitingarligar mannagongdir
• at tú dugir væl at samskifta og orða teg skrivliga á føroyskum

Tað er ein fyrimunur um tú hevur starvast í útbúgvingarskipanini og hevur royndir frá umsiting á einum skúla ella einum útbúgvingarstovni.

Setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fram til 31. desember 2023 við møguleika fyri leinging. Starvið verður sett 1. november 2022 ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skal vera
Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 23. september. kl. 12.00

Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Mortan Zachariassen, settur deildarleiðari, tlf: 555074 ella Hjalmar Hansen, stjóra tlf: 555045

Meira um Undirvísingarstýrið og heildarætlan er at finna á www.uvs.fo og www.skulin.fo

Líknandi størv

Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
26. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið