Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Útgivið
5. november 2024
Útgongur
15. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur og klár/ur til ein skiftandi og spennandi arbeiðsdag við góðum starvsfeløgum? Sendistova Føroya í Washington D.C. søkir eftir fulltrúa/skrivara at knýta at toyminum.

Um starvið
Starv: Fulltrúi/skrivari

Starvsslag: 3 ára starvssáttmáli við støði í setanartreytum, sum eru galdandi í Washington D.C. Møguleiki er fyri at leingja setanina.

Byrjanardagur: 1. januar 2025 ella skjótast gjørligt aftaná
Starvsstaður: Representation of the Faroe Islands, House of Sweden, South building, 2900 K Street, NW Washington DC 20007, USA

Umsóknarfreist: 15. november 2024

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki sum fulltrúi/skrivari
Fulltrúin/skrivarin fer at vera við til at at fremja verkætlanir, gera politiskar greiningar, SoMe átøk, samskipa fundarvirksemi, veita persónligan og fyrisitingarlig an stuðul, herímillum eisini bókhald, málsviðgerð, fundarfrágreiðingar o.a. Serligar uppgávur og ábyrgdarøki eru m.a. at fyrireika marknaðaratkomugreiningar og frágreiðingar av politiskum og handilsligum slag, umframt annað vitanartilfar.

Kravdir førleikar
• Í minsta lagi BA í stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
• Skjalprógvaðar royndir við nevndu økjum ella samanberandi ábyrgdarøki eru ein fyrimunur
• Kunnleika til núverandi politiska landslagið í USA
• Tænastusinnað/ur
• Fjølkøn/ur og fleksibul, klár/ur at tilpassa seg og at taka sjálvstøðuga ábyrgd fyri víttfevnandi uppgávur, ið eru ymiskar í vavi
• Góð/ur at leggja síni viðurskifti til rættis og raðfesta uppgávur
• Skilur væl arbeiðsuppgávur og mannagongdir og fylgir teimum væl
• Dámar og dugir væl at arbeiða við nógvum bóltum í luftini í senn í einum ídnum arbeiðsumhvørvi
• Dugir sera væl enskt, bæði í talu og á skrift
• Kunnleika til føroyskt og/ella onnur norðurlendsk mál eru ein fyrimunur
• Jaligan hugburð og góð evni at samstarva

Vit bjóða
• 3 ára starvssáttmála við møguleika fyri at leingja setanina. Sáttmálin verður gjørdur við støði í galdandi lógum og treytum, ið eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum í USA
• Starvssetanin er í Sendistovu Danmarkar, men starvsstaðurin er í hølum hjá Sendistovu Føroya í House of Sweden í Georgetown, D.C.
• 37 tímar arbeiðsviku
• 25 feriudagar við løn um árið
• Løn samsvarandi við tínar førleikar, royndir og skjalprógvað viðkomandi avrik
• Góða heilsutrygging
• Ágóðar og aðrar treytir við støði í galdandi treytum fyri lokalsettum starvsfólkum í Sendistovu Danmarkar
• Grundlønin fyri starvið – fyri starvsfólk, ið gjalda skatt í USA – er 5224 USD um mánaðin. Fyri starvsfólk, ið eru undantikin skattskyldu í USA, er grundlønin 4473 USD um mánaðin. Við støði í førleikum og royndum hjá einstaka umsøkjaranum, kann eyka sjálvstøðug lønarveiting verða løgd afturat grundlønini.

Umsókn og setanartilgongd
Fyri at søkja starvið, verður tú biðin um í seinasta lagi hin 15. november 2024 at senda tína umsókn (forsíðu, CV, viðmæli og viðkomandi prógv) á enskum til sendimannin, Bjørn Kunoy, á bjornk@mfa.fo. Vinaliga skriva “fulltrúi/skrivari” í evnisgluggan.

Sendistova Føroya ynskir líka møguleikar fyri øll, og eru umsóknir frá øllum skikkaðum umsøkjarum óansæð húðarlit, kyn, religión, aldur ella brek vælkomnar.

Útvaldir umsøkjarir verða bidnir um at koma til samrøðu.

Tann, ið fær starvið í boði, skal senda inn reina revsiváttan og verða trygdargóðkend/ur av donskum myndugleikum, áðrenn setanin fær gildi.

Umsøkjarar mugu hava arbeiðsloyvi í USA við einum A2 visa ella ígjøgnum sendistovu, fastan bústað í USA ella amerikanskan borgaraskap.

Spurningar
Hevur tú spurningar um starvið, vinaliga vend tær til sendimannin, Bjørn Kunoy, á bjornk@mfa.fo ella +1 227-233-8688.

Um okkum
Sendistova Føroya hevur til endamáls at fremja og seta í verk endamál, politikkir og raðfestingar hjá føroyskum myndugleikum í tvípartasamstarvinum við USA.

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið