Útgivið
23. juni 2021
Útgongur
5. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjaførur til teleskoplessara til Articon

Ein av okkara teleskoplessarum hevur tørv á sjaføri. Hetta er eitt spennandi starv, har tú eisini fær ábyrgd av goymslu á byggiplássi.Tú verður partur av byggitoyminum á Skúlanum á Fløtum. 

Arbeiðsøki

  • Tæna arbeiðsfólki við ymiskum tilfari

  • Hava tætt samstarv við tornkranaførarar

  • Hava tætt samstarv við byggileiðarar  

  • Rudda og koyra í skrell

  • Hava ábyrgd av goymslu

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssom/samur, røkin, álítandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir. Tú hevur fylgjandi loyvir:

  • Trukkloyvi

  • Kranaloyvi D

  • Tú kann hava kranaloyvið E og Koyrikort C, tó er hetta ikki ein treyt. 

Vit bjóða
Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Thomas Bo Petersen, útbúnaðarleiðari, á tlf. 286168.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2021. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið