Lýsing
Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til sjógvalingina í Gøtuvík.
Arbeiðsøki
Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur
- at røkta fiskin
- at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
- at vera við til útseting og tøku
- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tín vangamynd
Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið. Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8-16, men í tíðarskeiðum við stórum arbeiðstrýsti, skalt tú vænta at arbeiða meira.
Vit bjóða
Hjá okkum kanst tú vænta eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Starvsfólkahópurin í Gøtuvík er samansettur við royndum alarum. Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða eisini góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Ray-Keth Tóriksdóttir, forkvinnu, t-post rkro@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 43.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er tann 26. desembur 2024.
Møguligt er at byrja í starvinum beinanvegin.