Tórshavnar kommuna
Útgivið
16. januar 2026
Útgongur
2. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi við sjúkrarøktrfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og kostfakfólki?

Vilt tú saman við okkum arbeiða slóðbrótandi við tvørfakligum og samanhangandi tilboðum til heimabúgvandi borgarar?

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til starvsbrøki 0,8. Arbeitt verður í dagvakt og náttarvakt.

Umlættingar og rehabilieringsdepilin Urd sum er staðsettur í Hoyvík savnar flestu stutttíðarplássini í Tórshavnar Kommunu á einum stað. Tað eru 27 pláss á deplinum. Endamálið við Urd er, umframt umlætting og linnandi røkt, at veita borgarum í Tórshavnar Kommunu, sum eru 67 ár og eldri og sum hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stutttíðarskeiðið er av.

Vit bjóða góða innleiðslu, virknar og góðar starvsfelagar, eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og møguleika at seta tín dám á og verða partur av menningini av Urd.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið