Lýsing
Talgildu Føroyar eru flaggberi innan føroyska talgilding og ein týðandi lutur í gerandisdegnum hjá føroyingum. Nú vit nærkast verkseting av Virkið, sum er almenn virkisskrá yvir allar løgfrøðiligar eindir í Føroyum, leita vit eftir tær, ið hevur tænastusinni og skil fyri kt at tryggja, at Virkið verður rikið skynsamt sambært galdandi krøvum og lóggávu.
Um starvið
Høvuðsuppgáva tín sum skipanarábyrgdari av Virkinum verður at standa fyri, at skipanin verður rikin trygt og skynsamt.
Virkið er almenna og løggilda skráin yvir allar løgfrøðiligar eindir í Føroyum, t.e. øll feløg, virki, stovnar og felagsskapir í Føroyum. Virkið er eitt stórt frambrot fyri føroyskt vinnulív og almenna virkisumsiting. Talgildu Føroyar menna og reka Virkið, sum fevnir um virksemi hjá Skráseting Føroya, TAKS og Hagstovuni. Virkið verður eisini felags inngongd, har vinnan kann skráseta og viðlíkahalda upplýsingar um egin viðurskifti. Samstundis verða upplýsingar í Virkinum almennar, so tær kunnu skapa gjøgnumskygni yvir eigaraviðurskifti, leiðslu, bygnað og fíggjarviðurskifti í øllum vinnugreinum í Føroyum.
Til tess verður tín uppgáva at:
- tryggja skynsaman og álítandi rakstur av Virkinum
- samskifta við Skráseting Føroya, TAKS og Hagstovuna um greining, viðlíkahald, support og víðarimenning
- samskifta og samskipa við kt-veitarar av skipanini
- hava neyðugt innlit í bygnað og høvuðstættir í skipanini
- tryggja at skjalfesting, so sum vegleiðingar og mannagongdir, er dagførd.
Sum partur av okkara toymi fært tú ein virknan leiklut í okkara stremban eftir at talgilda Føroyar. Vit arbeiða nógv í toymum og verkætlanum, og tú skalt tískil vera til reiðar at arbeiða við øðrum enn tínum egnu uppgávum. Vit virka í einum fjøltáttaðum og skiftandi umhvørvi, har samstarv og ábyrgd eru stórur partur av framgongdini.
Um teg
Fyri at røkja starvið mást tú hava innlit í kt. Fakliga forvitin ert tú og dugir at seta teg inn lógarkarmarnar um Virkið og talgilda tørvin hjá Skráseting Føroya, TAKS og Hagstovuni. Vit samskifta nógv við útlendskar veitarar, og tí mást tú umframt føroyskt duga enskt.
Vit vænta tú hevur viðkomandi útbúgving, ert ágrýtin og vilt seta eina góða talgilda kós fyri Føroyar.
Tú dugir væl at skipa títt arbeiði, hevur ein fínan greinandi ans, og kanst taka sjálvstøðugar avgerðir.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú verður partur av rakstrareindini, men fer eisini til tíðir at loysa aðrar uppgávur í Talgildu Føroyum.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðara á jonsvein@talgildu.fo ella á 21 80 63, ella Nicolai Mohr Balle, deildarstjóra, á nicolai@talgildu.fo ella á 79 24 24.
Umsóknarfreistin er 13. januar 2025
Send okkum umsókn tína við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til starv@talgildu.fo og viðmerk ”Skipanarábyrgdari”.
_________
Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni. Vit húsast í Albert Hall á Argjum.
Vit – tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.
Talgildu Føroyar hava ábyrgd av almennu føroysku talgildingini. Vit orða heildarætlanir, samstarva við kommunur og vinnu, umboða Føroyar uttanlands innan talgilding, og reka og menna Samleikan, Vangan, Mínboks, Skjáttuna, Heldina og Virkið. Vit arbeiða við verkætlanarleiðslu, rakstri, løgfrøði, samskifti, UX greining, sølu og tænastu.
Við tær eru vit 13 fólk í Talgildu Føroyum. Saman við føroyskum og útlendskum kt-veitarum samstarva vit við tænastuveitarar, sum eru knýttir ella ynskja at knýta seg í loysnirnar hjá okkum. Hetta eru almennir stovnar, kommunur og fyritøkur. Umframt tænastuveitararnir eru kundar okkara tey fleiri enn 46.000 fólkini, ið hava skrásett sær Samleikan