Lýsing
Skrivstovufólk hjá Hiddenfjord
Á fíggjardeildini hjá Hiddenfjord, sum er staðsett í Norðragøtu, er starv sum skrivstovufólk leyst at søkja. Sum partur av fíggjardeildini, har trý onnur fólk starvast, arbeiðir tú tætt saman við fíggjarleiðsluni og leiðsluni annars. Umframt vanligar skrivstovuuppgávur, meta vit eisini at starvið, fyri tann rætta, er mennandi og áhugavert við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
Talan er um fulltíðarstarv.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a:
- Bókhald og avstemman
- Lønaruppgerðir
- Fíggjarligar rapporteringar
- Uppfylging av ognarum og skuldarum
- MVG og aðrar uppgerðir
- Aðrar uppgávur, ið leiðslan ynskir loystar
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving og royndir innan skrivstovuyrkið, ella hægri útbúgving innan økið
- ert tænastusinnað-/ur og hevur góð samstarvsevnir
- ert væl skipað-/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum
- ert málsliga stinn-/ur í skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum
- kennir til Navision/Axapta skipanirnar, ella hevur lætt við at seta teg inn í hesar skipanir
- aðrar viðkomandi førleikar í vanligum teldorritum, sum t.d. Office og líknandi skipanum
Afturat hesum mást tú vera fleksibul, og tá tørvur er á tí, vera til reiðar til at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Gregersen, tel. +298 211814 ella regin.gregersen@hiddenfjord.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mai 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com.
Um Hiddenfjord
Alifyritøkan Hiddenfjord hevur verið í stórari menning í nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 220 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.