Lýsing
Arbeiðs- og brunaeftirlitið leitar eftir einum dugnaligum starvsfólki til skrivstovustarv í umsitingini á stovninum.
Um starvið
Sum skrivstovufólk verður tú partur av umsitingini á stovninum og kemur at standa fyri innheintan av upplýsingum og at hava samskifti við borgarar og myndugleikar um innkomin mál. Umframt at talan verður um alt vanligt skrivstovuarbeiði, herundir telefonmóttøka og rættlestur.
Um teg
- Tú hevur góðan málkunnleika í føroyskum og royndir við rættlestri.
- Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlagni.
- Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á, og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
- Hevur tú góðan telduførleika og royndir við Skjalhaldi, er hetta ein fyrimunur.
- Hevur tú royndir innan almenna fyrisiting, er hetta eisini ein fyrimunur.
Vit leggja harumframt dent á, at tú hevur eitt jaligt og stuðlandi lyndi og sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.
Førleikakrøv
Tann, ið verður sett/-ur, skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 12. januar 2025.
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo
Um stovnin
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.
Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, ið stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.